top of page

Garpar - Manskór úr Vágum

Garpar er eitt manskór í Sørvági, sum bleiv stovnað summari 2021. Endamálið við kórinum var at hava ein “mannfólkabindiklubba”, sum møtist einaferð um vikuna, fyri at syngja vakrar fosturlandssangir og jaligar og lættar sangir í fleiri røddum. Men, sum tíðin er gingin, er kórið blivið “størri” og “breiðari” enn man av fyrstan tíð ætlaði tað. Í dag syngja Garpar til veitslur og tiltøk - ja alt frá vøkrum sálmum, til stuttligar sjálvgjørdar sangir. Tá talan er um veitslur og festlig tiltøk, so er undirhald eisini ein partur av framførðslunum hjá Garpum.

bottom of page